Aftur í ár hava okur etið rís à la mande og hugnað okum saman við egnum skúlaflokki, tí koronastøðan ikki loyvir okum at samlast øll í fimleikahøllini. Hóast okur gleða okum, til tað aftur verður møguligt at samla allan skúlan, báði til greytardag og jólahald, eru okur sjálvandi ikki heilt snýtt fyri jólahugna.
Í gjár gjørdu Jón og nakrir næmingar úr 9. flokki greyt, og í dag hevur 9. flokkur fyrireikað og serverað rís à la mande fyri okum øllum. Ein mandlugáva var sjálvandi til hvønn flokk eisini.
Hóast okur hava hildið til í egnum flokshølum, hava okur tó verið saman á teams. Okur byrjaðu klokkan 10.00, tá prestur las jólaevangeliið fyri okum.
Martin las eina jólasøgu fyri okum. Jólasøgan var ein, ið varð skrivað til bókasavnið í fjør. Høvundurin var Filip, ið tá gekk í 9.b her á skúlanum. Martin kunngjørdi eisini, hvør einstaklingur vann kappingina/jólakalendaran hjá bókasavninum, og hvør flokkur hevði svarað mest tilsamans. Eir í 8. flokki vann, og flokkurin, ið hevði svarað mest, var 5.a.
10. flokkur hevði skipað fyri einari kahoot-spurnakapping millum flokkarnar. Flestu spurningarnir handlaðu um 10. flokk, og tann flokkurin, ið vann, var 9. flokkur.
7. flokkur hevur gjørt ein film, har tey spæla allar lærararnar í skúlanum. Ein sera stuttligur og vælspældur filmur. Takk fyri :-)
Okur sóu sjálvandi eisini sjónleikin hjá 6. flokki. Sera góður leikur og dugnaligir næmingar :-) Takk fyri :-)
Harumframt var felagssangur á skránni, og tað er sjálvandi ein avbjóðing á teams, men tað kláraðu okur eisini.
Nú eru allir næmingarnir farnir heim, og okur vóna, at tykur øll fáa eina góða jólaferiu. Okur síggjast 5. januar 2022 :-)
dec. 2023