"Lat teg væl í, tak sletuna við – ja! Skjótt fara vit omaneftir á glið"
"Lat teg væl í, tak sletuna við – ja! Skjótt fara vit omaneftir á glið"
tann: 16.01.2023
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Fantastiskt kavaveður, reyðir kjálkar, kakao og pannukøkur :-)
Í dag hava okur endiliga aftur øll verið úti og skreitt og spælt í kavanum. Deiliga kavaveðrið bjóðaði til eina deiliga útiløtu, og afturkomin í skúlan fingu øll heitt kakao og pannukøkur, ið næmingar í 10. flokki høvdu hitað og bakað.