Næmingar (og lærarar) fóru hugagóðir út at renna í góðveðrinum farna fríggjadag, og væl varð runnið. Um okur hyggja at kilometratalinum, ið runnið varð tilsamans, røkkur tað niður til Danmarkar og víðari til Svøríkis.
Í Trongisvági rann 1. flokkur longst í miðal, meðan 5. flokkur rann longst í miðal úti á Tvøroyri.
Næmingarnir, ið runnu flestar kilometrar á Tvøroyri, vóru Jónathan í 10. flokki, Jósva í 9. flokki, Elias í 8. flokki og Lukas í 5. flokki. Teir runnu allir 25 kilometrar.
Í Trongisvági rann Levi í 3. flokki longst. Hann rann 17,5 kilometrar.