Skúlagongd er ikki bara frá 8 til 15. Viðhvørt er hon eisini um kvøldið, og hetta sera kalda - men vakra - vetrarkvøldið var postarenning á skránni hjá Kost- og rørslubreytini í Tvøroyrar skúla.
Næmingarnir, sum vóru býttir upp í bólkar, fóru við hvør síni lummalykt og korti kring økið um skúlan at leita eftir ymisku postunum.
Tá ið teir høvdu funnið allar postarnar, fóru teir í gongd við at samla saman og sóu tá, hvør endaliga uppgávan var - nevniliga at kóka eitt bleyttkókað egg.
Endað varð við heitum kakao og sjokulátu í skúlakøkini. Eitt sera væleydnað og hugnaligt kvøld hjá næmingunum í 8. og 9. fl., ið hava valt kost- og rørslubreytina.