10. flokkur er eitt sindur øðrvísi enn hini árini í fólkaskúlanum. Eitt, ið sermerkir árgangin, er, at umframt siðbundnu lærugreinarnar føroyskt, støddfrøði, enskt, alis- og evnafrøði eru tað ymiskar breytir, ið fylla stóran part av tímatalvuni.
Ein av væl umtóktu breytunum er sjóvinnubreytin. Á sjóvinnubreytini lærir tú ymiskt, ið hevur við havið og sjómansskap at gera. Afturvendandi á sjóvinnubreytini er trygdarskeiðið.
Í viku 17 var okra breyt tískil til trygdarskeið í Klaksvík frá mánadegi til tórsdag.
Sum sæst á myndunum er trygdarskeiðið ikki einans teori/ástøði, men luttakararnir sleppa veruliga at royna seg.
Á okra sjóvinnubreyt eru umframt okra egnu næmingar eisini næmingar úr 10. flokki í Vágs skúla og Føroya Eftirskúla.
jun. 2023