Smáttubygging í skúlagarðinum
Í staðin fyri bøkur og blýantar hava næmingarnir í miðdeildini havt hamara við í skúla nú í tveir dagar. Dun, buldur og brak, men úrslitið er av álvara við at taka skap nú. Næmingarnir hava í blandaðum bólkum fingið uppgávuna at byggja eina smáttu, og tað hevur verið stuttligt at eygleitt, hvussu glaðir næmingarnir hava verið, og hvussu hugagóðir teir eru farnir undir uppgávuna.
Húsini eru komin upp at standa, og okur hava havt reisigildi; og sjálvandi veittraði Merkið á hvørjari smáttu.
Hóast veðrið hevur verið gott hesar báðar dagarnar, hevur tað eisini verið eitt sindur kalt at arbeitt úti, so tað, at nakrir næmingar saman við nøkrum lærarum í gjár bakaðu vaflur og í dag gjørdu suppu til øll, kom væl við.
"Skulu okur heim longu nú?", spurdu fleiri, tá skúladagurin var liðugur.
Tveir frálíkir dagar, gott lag og frísk luft! Okur taka eina løtu í morgin afturat at fáa smátturnar lidnar!
Myndir frá mánadegnum: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14352
Myndir frá týsdegnum: https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14353
dec. 2023