í 6.b hava tey havt nakrar øðrvísi støddfrøðitímar, ið í dag endaðu við einari kapping í skúlakøkini.
Næmingarnir hava lært at rokna út tilfar til ymiskar uppskriftir, og í dag fingu tey eina bundna uppgávu frá Dávið: Gerið eina pitsu og eina lagkøku :-)
Næmingarnir arbeiddu í trimum bólkum og fóru sera hugagóðir til verka.
Tá pitsurnar og lagkøkurnar vóru lidnar, var tíðin komin til at velja bestu pitsuna og lagkøkuna. Tvær gentur í 10. flokki eru í løtuni í starvsvenjing í miðdeildini, og tær fingu stóru uppgávuna at døma kappingina. Næmingarnir í 6.b vóru væl nøgdir við tímarar, og Bjørt og Rebekka úr 10. flokki komu væl frá dómaraleiklutinum.
jun. 2023