09.apr 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Tónleikur og rørsla í Trongisvági
Á tímatalvuni stendur Handaverk og list, og næmingarnir í 3. flokki vita, hvat tað merkir. Tey fara í tríggjar bólkar; ein bólkur hevur køk, ein hevur evning og ein tónleik og rørslu.
Allir flokkar í innskúlingini (1.-3. flokki) hava tónleik og rørslu sum part av lærugreinini handaverk og list. Næmingarnir á hvørjum floksstigi eru býttir í tríggir bólkar og hava køk, evning/smíð og tónleik og rørslu eftir eini rullandi skipan; vanliga hava tey einu lærugreinina í seks vikur og skifta síðan til næstu lærugrein. Hvør flokkur hevur tveir tímar í handaverki og list um vikuna.
Tónleikur og rørsla er helst tann – hjá okum – nýggjasta lærugreinin í handaverki og list og er ein royndarskipan, ið okur hava søkt um eykatímar til. Orðini kenna okur, men hvat gera næmingarnar hesar tímarnar?
Í tónleiki og rørslu liggur ein listaligur málburður, har arbeitt verður við báðum heilasíðunum. Dentur verður lagdur á heildina; at næmingarnir skulu fáa eina heildaruppliving, har tey báði brúka sínar logisku og intuitivu førleikar. Arbeitt verður nógv við interaktión/ávirkan. Hvat havi eg ávirkan á, og hvat ávirkar meg? Okur skulu læra at liva við náttúruni; ikki einans av henni.
Í lærugreinini er nógv prát um mangt, báði tað, ið liggur næmingunum á hjarta, og um størru spurningarnar, ið eru nevndir omanfyri. Umframt lærara og næmingar eru eisini tvær bamsur við til hvørja undirvísing. Bamsurnar, BeMe og MissMe, ið næmingar hava verið við at navngivið, spæla ein stóran leiklut eisini. BeMe myndar týdningin av, at okur finna okum sjálvi, kenna okum sjálvi og sjálvandi týdningin av ikki at missa okum sjálvi vekk í øllum meldrinum, ið er okra gerandisdagur. Lív leggur dent á, at tað er sera týdningarmikið at byrja við børnunum, tí um okur ikki hava okum sjálvi við alla tíðina, og kanska missa okum sjálvi burt, er trupult at finna aftur á røttu leið (her kemur MissMe inn í myndina).
Næmingarnir spæla eisini ymisk ljóðføri og syngja. Skúlin hevur nakrar ukulele og eitt keyboard, og næmingarnir kunnu sjálvandi hava okkurt við, um tey hava hug til tess. Í dag var onkur næmingur, ið hevði tikið maracas við, ið sjálvandi sluppu við í spælið.
Umframt tónleikin eru eisini rørslurnar týdningarmiklar. Á gólvinum eru madrassur, har næmingarnir dansa og gera ymiskar mjúkar rørslur og strekkja út.
Lærari í tónleiki og rørslu er Lív í Bajanstovu, ið m.a. er útbúgvin innan musiska læring á Karlstad universitetinum í Svøríki. Í musiskari læring sum listaligum málburði verður stórur dentur lagdur á kenslur og atburð, og tað er hetta, ið Lív eisini leggur dent á í undirvísingini í tónleiki og rørslu.
Hølini eru hugnalig og góð. Lív sigur, at tey eru sera glað og takksom fyri at hava fingið atgongd til hølini í kjallaranum í skúlanum, tí nú ber veruliga til at hava tónleik og rørslu. Næmingarnir eru sera glaðir; fyri teir er lærugreinin ein kærkomin variatión í tímatalvuni, ið annars mest er samansett av bókligum lærugreinum.
apr. 2024