Rennidagur 2022
Veðrið hevur ikki verið av tí besta hesa vikuna, men sambært veðurforsøgnunum skuldi veðrið batna munandi í dag. Tíbetur valdu okur at leggja rennidagin í dag, og forsøgnin helt.
Í dýrdarveðri hava okur, lærarar og næmingar, runnið; á Tvøroyri varð runnið út á Hamar, og í Trongisvági varð runnið runt Lambabyrg.
Í næstu viku verður avdúkað, hvør flokkur hevur runnið longst, og tá nevna okur eisini, hvørjir næmingar runnu longst í dag! Raskir næmingar og sera nógvir kilometrar tilsamans!
Gott vikuskifti :-)
Myndir frá rennidegnum:
Tvøroyri:
https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=15429
Trongisvágur:
dec. 2023