29.sep 2016
Lagt út hevur: Finn Thomsen
09.desember 2013 vóru skúlabørn og onnur hjástødd, tá Egon Rasmussen setti spakan í til nýggja mentanardepilin SALT á Drelnesi, og í morgin, fríggjadagin 30.09.2016, eru skúlabørn og onnur bjóðaði á vitjan aftur.
Vitjanin byrjar kl.10.00, tá skúlabørn verða koyrd við bussum yvir á Drelnes.
Skipað verður fyri rundsýning, og eisini verður greitt frá, hvørji tiltøk mentanarhúsið kann gerast karmur um framyvir.
Pól Arni Holm og John Áki Egholm spæla nøkur løg.
Skúlanæmingarnir fáa Sunkist. Kaffi og kaka verður eisini.
Innbjóðararnir siga, at foreldur og skúlastýrið eru vælkomin við á vitjanina.
Vitjanin endar kl.12.00, og tá koyra skúlabussarnir næmingarnar heim.
Myndina hevur Reidar Simonsen tikið.
apr. 2024