Í dag vóru tvey umboð fyri AFS í Føroyum og greiddu okra næmingum í hádeildini frá sínum virksemi. Tær báðar høvdu sjálvar verið eitt ár úti í heimi við AFS og dugdu væl og livandi at greiða frá, hvat tað inniber og krevst at fara eitt ár út í heim við altjóða felagsskapinum.
Næmingarnir hoyrdu eisini um møguleikan hjá føroyskum familjum at taka ímóti einum útlendskum næmingi í eitt knapt ár.
Um onkur hevur spurningar, ber til at finna AFS Føroyar á eitt nú instagram, har tey hava ein sera aktivan og upplýsandi brúkara.
Okur takka Katrinu Vang og Elisabet í Gerðinum fyri sera áhugaverda framløgu :-)