Her hendir nógv í skúlanum. Tiltøk og vitjanir eru javnan, og hesa tíðina, nú jólini nærkast, er onki undantak - kanska heldur tvørturímóti. Her var nógv á skránni í farnu viku. Nakað av tí sæst niðanfyri.
Vikan byrjaði við klippi- og pyntidøgum. Mána- og týsdagin blivu kassar við jólapynti, sum flokkarnir hava gjørt, tiknir fram, og nýtt jólapynt varð gjørt. Stovurnar og felagsøkini vórðu skjótt pyntað við ljósum og øðrum pynti. Tað er nakað heilt serligt at vera í skúla, tá alt er pyntað.
Ónsdagin vóru Jens Knudsen og Guðrun Sólja og sungu og spældu saman við innskúlingini. Hetta er fastur táttur av vikuætlanini, og ein løta, ið øll gleða seg til.
Listaleypurin kom eisini á vitjan í tveimum umførum í farnu viku. Innskúlingin fekk vitjan av Flytifólkum/Tónleikakuffertinum, ið við sangi, ljóðførum og frásøgn tók næmingarnar við á eina tónleikaferð kring heimin. Meira um hesa framførsluna her.
Úti á Tvøroyri komu Listaleypurin og Dorthe Gyldenkærne á vitjan hjá 10. flokki og Listabreytini (næmingar úr 8. og 9. fl.). Hetta er ein verkætlan, ið leggur dent á tekniháttin "Neurografica". Les meira her.
Ónsdagin var eisini ein tónleikaframførsla í fimleikahøllini úti á Tvøroyri. Mið- og hádeildin hoyrdu okra egna hornorkestur her í skúlanum undir leiðslu av Tróndi Enni og Jens Knudsen. Hetta var ein sera góð konsert, ið veruliga fekk øll í jólahýr.
Harumframt hava okur sjálvandi eisini skrivað jólakort! Posta, Føroyar Lesa, Johan Mortensen og Føroya Lærarafelag hava í felag fyrireikað eina verkætlan, ið gevur øllum fólkaskúlanæmingum í Føroyum møguleika at skriva tvey jólakort hvør og somuleiðis fáa tey send til onkran ókeypis. Eitt hugnaligt átak, og flestu næmingarnir hava sera hugagóðir sitið og teknað og skrivað.
Hesa vikuna fylgja okur vanligu undirvísingini úti á Tvøroyri, meðan okur í Trongisvági hava jólaevnisdagar mána- til ónsdag.
dec. 2024