Morgunløtan: Vitjan av heilsufrøðingi og heilsan frá OL-luttakara
Morgunløtan: Vitjan av heilsufrøðingi og heilsan frá OL-luttakara
tann: 19.09.2024
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Morgunløtan í morgun var eitt sindur serstøk! Tað er altíð gott at heilsa upp á gamlar næmingar, ið hava gingið í okra skúla, og í morgun sóu okur tveir fyrrverandi næmingar.
Sum aðrar morgnar var morgunsangur fyrst á skránni, og so fekk Manja Lisberg orðið. Manja er - sum skrivað - fyrrverandi næmingur her á skúlanum og hevur síðani útbúgvið seg til sjúkrarøktarfrøðing. Hon starvast í barna- og ungdómspsykiatriini og hevur nú átikið sær uppgávuna sum heilsufrøðingur her hjá okum. Okur hava manglað heilsufrøðing eina tíð, so okur fegnast um, at okur koma at síggja Manju her ímillum okum. Tey fyrstu, ið fáa ágóðan av, at Manja er byrjað, eru næmingarnir í 9. flokki, ið fáa nærri kunning í næstum.
Manja, heilsufrøðingur, saman við næmingum í 5. flokki
Tann næsta, ið fekk orðið, var Sára Maria Johansen, ið eisini er ein av okra fyrrverandi næmingum. Sára, sum hevði sent okum eitt sjónbrot, er systir Manju, og hon gjørdist veruliga kend í Føroyum í summar, tá hon luttók saman við donsku róðrarmanning síni á olympisku leikunum í París. Sára hevði nøkur góð ráð til okum: Tosið virðiliga við onnur! Roynið at tosa hvørannan upp í staðin fyri niður, tí tosar tú onnur upp, tosar tú eisini teg sjálva/n upp. Sera góð ráð, ið okur vóna, at øll taka til sín.
Sára hevði nøkur sera góð ráð til okum, næmingar og starvsfólk