18.may 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Eitt sindur um vælumtóktu appina
Tik Tok
Tik Tok er ein app, har fólk kunna deila stutt video, har tey dansa, syngja ella á ein ella annan hátt vísa teirra talent, sum øll so kunna síggja. Eitt firma, sum eitur “Bytedance”, eigur Tik Tok.
Upprunaliga var tað musical.ly, sum byrjaði hesa appina í 2014, men nú hevur ”Bytedance” yvirtikið appina og kallað hana fyri Tik Tok. Bytedance bleiv stovnað av Zhang Yiming í 2012, sum er sami maðurin, sum uppfann Tik Tok. Tik Tok-appin varð gjørd í 2017 fyri øll uttan fyri Kina, og kann takast niður á IOS og android til marknaðin uttan fyri Kina. Í Kina kom appin út í septembur 2016.
Tik Tok er sera væl umtókt í øllum heiminum, serliga í Asia og Norðuramerika. Appin hevur eisini 40 mál. Í 2018 bleiv appin tann mest niðurtikna appin fyri júst tann eina mánaðin. Hetta er tann fyrsta kinesiska appin, sum hevur klárað hetta. Grundin til hetta er, at appin ger tað nógv lættari at gera video serliga, um tey ikki vita, hvat annað tey skulu gera. Tað er eisini sera gott fyri nógv ung fólk, sum eru á appini, tí tey ungu eru sera kreativ og finna upp á alt møðuligt spennandi. Eisini grundin til, at næstan øll elska hesa appina, er, at klippini eru vanliga ikki yvir 30 sekund, so man verður ikki ótolin, tá ið ein hyggur. Fólk elska eisini Tik Tok, tí tað er ikki tað sama sum alt annað, tað er unikt.
may. 2024