371582
tvo@skulin.fo
Mítt yndis brand:
Mítt yndis brand er Louis Vuitton. Mær dámar Louis Vuitton, tí tey gera belti, taskur, ryggsekkar, skógvar og nógv meira úr leðri.
Eg havi eitt Louis Vuitton-belti heima, sum eg keypti í Danmark, tí eingin Louis Vuitton-handil er í Føroyum.
Louis Vuitton er eitt mega dýrt merki, og fleiri fólk keypa Louis Vuitton og skera tað sundur og gera síni egnu klæðir.
Louis Vuitton brennir taskurnar, sum tey ikki fáa selt hvørt ár. Tað, sum er so serligt við Louis Vuitton, er, at alt er bæði eldfast og vatntætt.
Louis Vuitton varð stovnað í 1854, og í dag eru tey í 50 londum og hava 460 handlar runt um alla verðina.
may. 2025