Hvat er TikTok? TikTok er ein av heimsins kendastu appum. Man ger sær ein brúkara, og so kann man gera ymisk video, sum man leggur út ella goymir. Í dag eru tað meira enn 800 milliónir brúkarar á TikTok. Tú kanst eisini dáma videoklipp hjá øðrum. TikTok er fult av dansum, sangi, skemti, uppskriftum og øðrum.
Men hvar kemur appin frá? TikTok (Douyin) er ein kinesisk app, sum ByteDance eigur. ByteDance er eitt firma í Beijing. TikTok varð stovnað í 2012 av Zhan Yiming. ByteDance útgav fyrst Douyin til tann kinesiska marknaðin í septembur 2016. Seinni í 2017 varð TikTok útgivið til IOS og Android á marknaðin uttan fyri Kina. Appin varð tøk í USA í august 2018 aftaná, at TikTok og kenda appin Musical.ly vórðu lagdar saman.
Síðan TikTok og Musica.ly vórðu lagdar saman, eru niðurtøkurnar av appini vaksnar skjótt. Í februar 2019 kom TikTok saman við Douyin upp á 1 billión niðurtøkur (downloads) runt alla verðina.
Tað eru flest ung fólk, sum brúka TikTok, tó eru eisini nógv vaksin, sum brúka appina.
Tíðin gongur rættuliga skjótt, tá man er á TikTok, man rullar og rullar ígjøgnum videoini, og tey blíva bara við. Eg kann sita á TikTok í fleiri tímar uttan at vita tað. Eitt tað best umtókta á TikTok eru dansirnir. Tey flestu duga onkran dans. Eg elski at læra nýggjar dansir, tað er sera stuttligt. Tá ið man gongur úti, sær man ofta børn og ung, sum bara ganga og gera dansirnar við hondunum. Tað er stuttligt at síggja, at øll hava fingið tað til ein vana, og at tey slett ikki leggja merki til, at tey dansa.