Eg var sera glaður, tá løgmaður segði, at vit ikki skuldu í skúla, eftir at korona kom til landið. Men eitt var keðiligt, og tað var, at eg ikki kundi síggja mínar floksfelagar og mínar vinir, sum eg plagi at fylgjast við.
Eg venji fótbólt dagliga, og venjingin steðgaði eisini, so vit máttu venja sjálvir, tað gjørdu vit saman, nakrir vinmenn og eg.
Veðrið bleiv so gott, so vit vinmenninir fóru túrar. Vit vóru uppi á Nakki og í Hvannhaga. Vit svumu og sólaðu okkum í Hvannhaga, tað var ein deiligur túrur.
Vit hava eisini verið úti um kvøldarnar, men tað var ikki í fyrstani, tá vóru vit bara heima. Heima havi eg spælt nógv Playstation, har tosa og spæla vit eisini saman. Tá vit hava verið úti, hava vit spælt fótbólt, fýrapens og verið í einum neystið hjá abbanum hjá einum vinmanni. Mær dámar væl at vera saman við mínum vinmonnum. Men tað er deiligt, at alt er blivið meira vanligt aftur.