TikTok er ein av teimum kendastu appunum, sum eru. Øll tey ungu brúka hana og eisini nøkur vaksin. Nógv kend fólk brúka eisini TikTok, og nógv eru blivin kend fyri at leggja TikTok-video út. Ein genta, sum eitur Charli Damelio, bleiv heimskend av TikTok. Hon hevur nú 55,5 milliónir sonevndar followers á TikTok. Charli leggur dansivideo av sær út og fær milliónir av likes. Tað var soleiðis, hon bleiv kend. Tað er nokk so lætt at blíva kendur á TikTok. Tað er ein rímiliga stórur møguleiki.
Man kann eisini blíva nakað, sum eitur at vera verified, tað er at vera TikTok-famous. Áðrenn TikTok, æt appin musical.ly. Tað var heilt afturi í 2012, men so í 2018 bleiv tað til TikTok, og enn fleiri fólk hava tikið appina niður síðan tá.
Man kann sita og hyggja at TikToks í fleiri tímar. Har eru nógv stuttlig ting at síggja. Eg kann sita ein heilan dag og bara vera á TikTok, sum er tann appin, eg brúki mest. Man kann eisini gera nógv video saman við sínum vinum.
Men nógv happing er eisini á TikTok. Fólk kunnu viðmerkja eitt video og gera nógv kedd. Tey, sum eru TikTok-famous, fáa hate hvønn dag frá øðrum. Summi eru bara so og happa onnur, hvussu tey síggja út o.a.
TikTok kann gera nógv fólk kend yvir alla verðina. Tað bleiv Charli. Nøkur, sum eru TikTok-famous, hava gjørt nakað, sum eitur The Hype House. Tað er ein bólkur av kendum TikTokers. Øll í Hype House eru verified og hava fleiri milliónir follows, og tey fáa eisini fleiri milliónir av likes á hvørt video. Tað eru nøkur onnur, sum hava hermt og gjørt bólkahús, sum eru næstan akkurát líka.
Ein maður, sum eitur Zhang Yiming, uppfan TikTok. Hann er úr Kina. Í 2012 og til 2015 vóru tað ikki nógv, sum brúktu tað, men tá musical.ly í 2016 varð broytt til TikTok, vóru tað nógv fólk, sum tóku appina niður.
Nú í dag er TikTok ein av teimum mest brúktu appunum í verðini.