371582
tvo@skulin.fo
Mítt yndisstað í Suðuroynni:
Hvannhagi er mítt yndisnáttúrustað, tí har er so vakurt. Hvannhagi er deildur í tveir partar: Trongisvágspartin og Froðbiarpartin.
Fólk, sum eiga jørð í Froðba, eiga seyðafrælsi froðbiarmegin, og tey, ið eiga jørð í Trongisvági, eiga seyðafrælsi trongisvágsmegin.
Komin niður í Hvannhaga ber til at svimja á Hvannavatni. Hvannavatn er rímiliga djúpt og er eitt sindur grumsut, tí har er mórubotnur.
Tað er sum oftast ein hugnaligur túrur, tá ein fer avstað. Serliga um okur eru fleiri á ferð.
Ein túrur til Hvannhaga er altíð góður og stuttligur, og tað er tí, tað er mítt yndisnáttúrustað
may. 2025