Einaferð doyði ein gorilla í einum zoologiskum hava, so eigarin bað ein av arbeiðarunum um at lata seg í eina gorilladrakt og lata, sum um hann var ein gorilla.
Maðurin ger so, sum hann verður biðin. Men fólkini hyggja ikki at honum, so hann klatrar upp og yvir til búrið hjá leyvuni. Maðurin misti fótafestið og datt niður í búrið til leyvuna. Hann byrjar at skríggja og rópa um hjálp, so leyvan loypir á hann og teskar í oyra á honum: “Halt kjaft, áðrenn tú fært okkum bæði uppsøgd.”