Mítt yndisstað í Suðuroynni er Ergidalur, tí at har er so vakurt og friðsælt. Tá ið summar er, so plaga eg og familjan at fara í Ergidal at sova í tjaldi. Tað er so hugnaligt.
Síðst vit vóru í Ergidali var seinasta vár. Vit vóru saman við mostir míni og systkinabørnunum. Tað er so vakurt í Ergidali. Tað er ein lítil dalur við eitt stórt vatn, ið eitur Vatnsnes. Í vatninum eru nógv síl, og eisini er nógvur fuglur. Henda dagin vit fóru, var veðrið sera gott um morgunin, so vit avgjørdu at hava tjald, soviposa og grill við. Á middegi vóru vit klár at fara avstað, og vit koyrdu í fleiri bilum inn í dalin, og gingu tað síðsta strekkið runt um vatnið til vit komu til Ergidal. Vit høvdu tvey tjøld við, sum vit settu upp beinanvegin. Vit høvdu eisini tráðu við, so vit fiskaðu, men fingu ikki nógv, bert tvey lítil síl. Um kvøldið grillaðu vit sílini og okkurt annað, sum vit høvdu við. Tað var sera hugnaligt og eisini sera vakurt at hygga út yvir vatnið. Tað var blikalogn. Tá vit høvdu etið, gingu vit ein túr runt um vatnið. Nøkur av okkum blivu illa bitin av moyggjabitum, tí har vóru so nógvir. Annars hugnaðu vit okkum í góðveðrinum og spældu spøl til vit fóru í song, men tað var ikki so lætt at sovna, tá so nógv fólk eru í tjaldinum. Har bleiv tosað og flent til langt út á náttina. Dagin eftir var veðrið ikki so gott, so vit skundaðu okkum at eta morgunmat, og so tóku vit tjøldini niður. Gingu til bilarnar og koyrdu heimaftur. Hetta var ein sera vakur og stuttligur túrur.