Eg havi eitt frítíðararbeiði beint nú, sum er hjá abbanum, har eg fái góða løn. Eg havi ikki ordiliga eina arbeiðsuppgávu, tá ið eg eri har, men eg geri tað, sum abbin biður meg gera og hjálpi honum við tí, sum hann hevur brúk fyri hjálp til. Abbin gongur høgt uppí, at man fær løn eftir tí, sum man ger. Hann vil ikki gjalda løn, um eg og Erolf ikki gera nakað fyri hann. Sjálvandi hjálpa vit honum eisini uttan at fáa okkurt fyri tað.
Tað, sum mær dámar við abbanum, er, at eg sleppi eisini at royna okkurt nýtt, og hann hjálpir til. Hann er so róligur og hevur gott tol, so man følir seg væl saman við honum.
Tá ið eg havi arbeitt hjá abbanum og eri liðugur í skúlanum, kundi eg hugsa mær at fari umborð á okkurt skip, so eg kann tjena mær nakrar krónur og keypa mær ein bil. Eg eri sikkurt eitt sindur ávirkaður av beiggja mínum, Erolf, tí hann hevur keypt sær ein bil. Tað er stuttligt at vera uppií, tá hann líkasum arbeiðir upp á bilin í smiðjuni, har sum Erolf lærir. Har læri eg eisini nógv frá honum.
Tá ið eg so havi verið til sjós eina tíð, ætli eg mær at fáa mær eina útbúgving við at finna mær eitt lærupláss. Smiður er nakað, eg kundi hugsa mær at lært til. Tað er eisini ein útbúgving, sum man kann byggja víðari uppá, t.d. at fara til maskinmeistara. Tá hevur man eisini nógvar møguleikar í lívinum.