We Are the Champions er mín yndis sangur, tí í 2019 róði eg við einum vinnandi báti, HULDU.
Tá vit komu úr Smyrli, koyrdu vit rekkjukoyring, meðan okur sótu í bátinum og høvdu sangin for frá, so øll, sum okur koyrdu framvið, kundu hoyra.
We Are The Champions minnir meg altíð á, hvussu kenslan av at vita, at um man arbeiðir hart nokk, gevur alt og ikki minst vil tað nóg nógv, kann man faktiskt fáa úrslit.
Tann, sum hevur skrivað “We Are the Champions” er Freddie Mercury, sum eisini var forsangari í Queen.