Mín framtíðardreymur er at liva sum yrkisfótbóltsspælari, men eg veit, at tað krevur sera nógva venjing.
At blíva yrkisfótbóltsspælari er stórt og ringt, men man verður ongantíð yrkisfótbóltsspælari, um man ikki venur hart og trýr upp á tað.
Hví kundi eg gott hugsað mær at blivið yrkisfótbóltsspælari? Jú, tað er tí, at eg eri heilt vekk í fótbólti. Hvørja ferð, eg gangi forbí ella síggi ein fótbólt, vil eg sleppa at sparka!! Eg gleði meg hvønn dag, til eg skal venja og spæla dyst.
Í hesum Korona-tiðum hevur tað verið hart at verið fótbóltsspælari!! Tað er fyrst og fremst, tí man ikki slapp at venja saman við liðnum hjá sær, og so allir dystirnir blivu útsettir. Men nú byrja tey at lata spakuligt upp aftur í landinum, og venjingarnar eru byrjaðar aftur.
30. mai byrjar okkara kapping. Eg gleði meg so nógv.
Eg droymi eisini um, at blíva útlærdur sum elektrikari. Tað er tí, at eg haldi, tað er stuttligt at arbeiða við leidningum og tílíkum. Eg havi nakrar ferðir roynt at arbeitt við onkrum forleingjara, og tað gekk fint. Tað var stuttligt.