Hesar oreo-kúlurnar eru sera lættar at gera. Tú hevur einans brúk fyri trimum tingum, og einum nýtist heldur ikki at brúka ovnin til hetta.
Tilfar: 2 pk av oreokøkum, ein pk av fløtaosti og sjokulátu.
Soleiðis gert tú:
Knúsa oreokøkurnar til pulvur. Hettar kanst tú gera við hondunum, men tað riggar betur, um tú nýtir ein blendara.
Rør oreopulvurið saman við fløtaostinum. Síðani skalt tú rulla tað til lítlar kúlur og leggja tær á eitt fat. Set kúlurnar á køl í 15 min.
Ímeðan kúlurnar kólna, kanst tú byrja at smelta sjokulátuna. Brót sjokulátuna í petti og koyr hana í eitt ílat, ið tolir hita. Koyr ílatið við sjokulátuni í mikroovnin í 30 sekund, rør og koyr inn aftur. Halt fram við hesum, til sjokulátan er smeltað.
Tak kúlurnar út úr køliskápinum, tá ið tær hava staðið í 15 min. Tak eina og eina kúlu og dyppa hana í sjokulátu, legg hana síðani aftur á fatið. Tá ið allar kúlurnar eru dyppaðar í sjokulátu, setir tú tær á køl aftur, til tær verða serveraðar.