Sosialir miðlar
Eg haldi, at øll vita, hvat sosialir miðlar eru, men ikki øll vita, hvat tað inniber. Fyrr í tíðini hevði man bara bløð, har man kundi lesa tíndini, og tá mátti man út at keypa blæðið áðrenn. Eg trúgvi ikki, at hendan generationin hevði klárað tað, at man skuldi út at keypa blæðið, hvørjafer man skuldi vita, hvat hendi runt í landinum ella heiminum.
Eg trúgvi, tað var nógv lættari tá, enn tað er nú, tí at nú sær man allar hesar lýsingarnar við mati, klæðum, sminku og nógvum øðrum.
Men hvat er tað, sum tiltrekkir okkum, tá vit siggja eina lýsing? Tað eru litirnir!
Tey brúka ofta gult og reytt, tá tey gera lýsingar um mat, t.d McDonalds og Burger King. Tær eru millum mest populeru matstovurnar í øllum heiminum, og tá vit hyggja at sjónvarpi, og tey vísa lýsingar fyri eitt nú búffar, pizza og burgarar, tá siggja litirnir sterkari, ljósari og meira innbjóðandi út.
Gransking vísir, at lýsingar ávirka okkum meira, enn vit halda. Nógvar lýsingar eru gjørdar við litum, ljósi og myndum, sum røra seg. Um vit vilja tað ella ikki, finnir tað ein veg at sníkja seg inn í okkara heila. Vit reagera upp á ymiskar sansaávirkanir.
Tað eru eisini nøkur keðilig ting við netinum í dag. Tað kann eitt nú verða ræðandi myndir t.d eitt barn, ið líðir hungur. Tað kann ávirka heilan nógv.
Men eg haldi, at tað, sum kann ávirka heilan mest, tá man er ungur, eru myndir av modellum, sum eru so penar, klænar, brúnar o.s.v. Tað sær man á instagram hvønn dag, og eg veit, tað kann ávirka heilan nógv. Gentur snakka ofta um, hvi tær ikki líkjast hasari, hví eru tær ikki brúnar nokk o.s.v. Nógvar gentur fáa anoreksia og allar møguliga sjúkur.
Tad er tí, eg haldi, at tað er týdningarmikið, at man eisini tekur pausu frá sovornum onkuntíð og er saman við sínari familju.
Men man skal eisini passa uppá, hvønn man sigur ja til sum vin á netinum og ikki bara verða vinir við øll, tí tað eru nógv farlig fólk á netinum. Tað er sera umráðandi, at vit læra børn og ung, hvussu man brúkar netið.
Tann fyrsti internetkassin varð uppfunnin 1. januar 1983 av Tim Berners Lee, og tað varð uppfunnið til herðin, so professarar kundu tosa saman, men so valdu tey at gera tað størri, so fleiri fólk kundu brúka tað.
1983 virkar sum ein øld síðan fyri okkum ungu.
may. 2025