TikTok er ein app, har ein kann gera smáar sjónfílar, ið eru 15-60 sekund. Á TikTok kunnu fólk brúka sín kreativitet at gera hesar sjónfílarnar, t.d. kann ein dansa, lip-synca, ella tú bara gert ein sjónfíl, har tú kanst gera akkurát tað, tú vilt.
TikTok er ein kinversk app, ið kom út í 2017, men bleiv av álvara populer í august 2018, tá TikTok bleiv lagt saman við Musical.ly, ið longu var vælkent millum tey ungu.
Nú er TikTok ein av appunum, ið er mest downloadað runt í verðini.
Har eru nógv ung, ið eru blivin kend á appini t.d. Charli D’amelio, Addison Rae og Noen Eubanks og fleiri onnur. Nógv av hesum kendu TikTok-arunum hava fingið “the hype” (hype er, tá ein fær nógvar fylgjarar skjótt og tí verður kendur).
Fleiri kend fólk eru eisini byrjað at brúka hesa appina, t.d. hava Kylie Jenner, Justin Bieber, Lizzo og Jason Derulo brúkt appina og gjørt nakrar sjónfílar.
Hví eru øll so upptikin av tí?
TikTok er eitt stað, har nógv kunnu brúka sín kreativitet, ikki bara tað, so er tað eisini stuttligt at læra seg ella bara hyggja at øllum hesum dansunum.
Persónliga eri eg mest á TikTok, tá eg onki annað havi at gera, altso tá eg keði meg.