Lærarastarv í Tvøroyrar skúla

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 04.11.2016   


Starvið er tíðaravmarkað.

Tvøroyrar skúli søkir eftir lærara  at røkja lærarastarv  frá 01.01.2017-24.06.2017.

Tímatatalvan fevnir um 21 tímar um vikuna.

Umsøkjari, sum kann undirvísa í støddfrøði í framhaldsdeild og hevur viðkomandi útbúgving innan serundirvísing, hevur fyrimun.

Lærari, ið settur verður, skal:

·         undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við samstarvsfelagarnar fremja frálæru og verða partur av skúlans dagliga arbeiði

·         Duga at samstarva og vera fyrikomandi

·         Vera fúsur til at átaka sær uppgávur, ið annars eru á skúlanum

·         Vera við til áhaldandi at menna skúlan

·         Taka á seg avbjóðingar í samstarvi við skúlan, foreldrini og skúlastýrið

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og framhaldsdeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi  við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.

Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 17.novembur 2016  kl. 18.00.

Umsóknin verður stílað til:

Finn Thomsen, skúlastjóra

Tvøroyrar skúli

Kirkjubrekkan 3

Postboks 23

FO-800  Tvøroyri

 

Men kann eisini sendast sum teldupostur til:

 

finn.thomsen@skulin.fo

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Finn Thomsen, skúlastjóra á tlf. 371582 í skrivstovutíð skúlans.(Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo

 

Tíðindamyndina hevur Bjarni Nygaard tikið

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet