Myrka tíðin og endurskin

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 24.11.2017   


 

Endurskin eru týdningarmikil, tá tú ferðast í myrkri í ferðsluni. Endurskin gera fólk til gongu sjónlig og fyribyrgja sostatt ferðsluóhappum. Serliga umráðandi er at nýta endurskin um veturin, tá myrkt er stóran part av samdøgrinum.

 

Brúkar tú endurskin í myrkri, minkar vandin fyri at fáa skaða til gongu í ferðsluni við uml. 85 %, sambært norska Transportøkonomisk Institutt (TØI). www.toi.no

 

Tórsmorgunin tóku næmingar í næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla ímóti næmingum í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla, tá teir komu í skúla.

 

Endamálið við hesum átakinum var, at tey fegin vildu geva næmingunum endurskin, soleiðis at tey hesa myrku tíðina kundu ferðast tryggari úti í ferðsluni á veg í skúla.

 

Um nakrar dagar fer næmingaráðið saman við løgregluni at gera enn eitt átak, har skrivað verður upp, hvussu nógvir næmingarnir brúka endurskin.

Løgreglan fer m.a. at kanna, um næmingarnir eru í trygdarbelti, tá teir verða koyrdir í bili í skúla

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet