25.apr 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Næmingar í 7. flokki kanna:
Ynskir tú koronu-koppseting?
Nógv verður í hesum døgum tosað um, nær vit í Føroyum skulu fáa fyrra ella seinna prikið. Onkur er glaður og hevur fingið báðar koppsetingarnar, meðan onnur eru ótolin, og aftur onnur hava gjørt av, at tey ikki ynskja koppseting ímóti koronu.
Næmingar í 7. flokki settu sær fyri í samfelgasfrøði í farnu viku at fara og kanna, hvussu nógv ynskja koppsetingina, og hvussu nógv hava avgjørt, at tey ikki ynskja at taka av tilboðnum.
Næmingarnir hava spurt 91 tilvildarliga vald fólk á Tvøroyri, sum eru eldri enn 16 ár, um tey ynskja koppseting ella ikki.
Úrslitið var, at 71 fólk søgdu JA til koppsetingina (nøkur høvdu longu fingið koppseting), hetta svarar til 78% av teimum spurdu.
10 fólk ynsktu ikki at verða koppsett, og 10 fólk vistu ikki ella høvdu ikki tikið støðu enn.
Tað er gott, tá tey ungu vísa áhuga í aktuellum samfelagsviðurskiftum, og hetta evnið er avgjørt bæði aktuelt og spennandi, so sjálvandi sluppu tey at gera kanningina.
apr. 2024