Áheitan frá skúlaleiðsluni

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 07.11.2016   


Skúlastýrisval verður í morgin 8.novembur.

Leiðsla skúlans heitir á øll foreldur um at fara á val, og á tann hátt - saman við skúlans leiðslu, lærarum, næmingum og øllum teimum, sum hava við skúlan at gera - at  verða við til at virka fyri einum góðum skúla.

Skúlans leiðsla ynskir gott samstarv við eitt komandi skúlastýri, og tí koma vit við áheitanini á foreldur um at fara á skúlastýrisval.

Valhølið verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla.

Valhølið verður opið frá kl. 10.00 – 20.00.

.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet