07.nov 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Hvussu sær ein genta út? Kunnu dreingir gráta? Í dag hevur framhaldsdeildin í Tvøroyrar skúla havt vitjan av Teatret Zeppelin úr Danmark.
Hvørt ár fáa Tvøroyrar- og Trongisvágs skúli eini tríggjar vitjanir av listafólki í samstarvi við Listaleypin, ið er ein mentanarlig verkætlan, ið er fíggjað av Norðurlandahúsinum, Kommunufelagnum og Mentamálaráðnum.
Eitt av tilboðunum úr ársins leypi er ein dramaverkstaður hjá Teatret Zeppelin, ið tey nevna BRYD!
Leikbólkurin, ið taldi 5 fólk, býttu framhaldsdeildina í trý eftir floksstigi. Tvey fólk fylgdu síðan 8. flokkunum, tvey 9. flokkunum, og ein var saman við 10. flokki. Saman við flokslærarunum varð so farið í gongd.
Verkstovan handlaði um normar sum heild og serliga kynsnormar. Hvussu eru gentur, og hvussu eru dreingir? Prát, frásøgn, kjak og ymisk sløg av aktivitetum, har næmingarnir vóru meira og minni aktivir, viðhvørt sum áhoyrarar og viðhvørt sum viðleikarar.
Næmingarnir og lærararnir vóru sum heild væl nøgdir við verkstovuna, ið vardi tveir tímar. Tað er ofta spennandi at sleppa at uppliva okkurt annað enn vanligu undirvísingina, og leikararnir dugdu sera væl at vera saman við næmingunum, at tosa við tey og ikki minst at viðgera hugtakið, normar.
Okur eru sera væl nøgd við vitjanina av Teatret Zeppelin og verkstovuni BRYD! og gleða okum longu til næstu vitjan úr Listaleypinum.
---
Á heimasíðuni hjá Listaleypinum stendur m.a. at lesa um verkstovuna:
”BRYD! Er ein dramaverkstaður um normar og samleika yvirhøvur og serstakliga um kynsnormar. Normar eiga ein grundleggjandi leiklut í mismuni og valdsbygnaði, og á verkstovuni BRYD! savna vit okkum um hugmyndina hjá børnum og ungum um, hvat tey halda vera normalt/ónormalt. Við BRYD! Vilja listafólkini gera mun og vera við til at leggja lunnar undir antihapping, javnrættindi, tolsemi og fólkaræði.”
apr. 2024