Deildarleiðari til Tvøroyrar skúla

Skrivað hevur: Finn Thomsen   tann: 18.10.2016   

Starvið sum deildarleiðari í Tvøroyrar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. januar 2017 


Trongisvágs skúli er partur av Tvøroyrar skúla, og har eru í løtuni 235 næmingar í 1. - 10. fl., og 28 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum. 1.-4. flokkur gongur í Trongisvágs skúla


Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og framhaldsdeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi  við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.


Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.


Søkt verður eftir deildarleiðara, sum

  • Hevur dagligu leiðsluna av Trongisvágs skúla, og sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og varaskúlastjóran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans

  • dugir at samstarva og er fyrikomandi

  • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans


Harumframt skal deildarleiðarin

  • vera næsta samstarvsfólk varaskúlastjórans og skúlastjórans og saman við teimum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd

  • undir fráveru skúlastjórans og varaskúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans

  • vera fúsur til og førur fyri at loysa trupulleikar
  • saman við skúlastjóranum og varaskúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd


Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir.


Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Trongisvágs skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Skyldiga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.


Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 1.novembur, 2016  kl. 24.00.

Umsóknin verður stílað til:

Finn Thomsen, skúlastjóra


Tvøroyrar skúli

Kirkjubrekkan 3

Postboks 23

FO-800  Tvøroyri


Men kann eisini sendast sum teldupostur til:


finn.thomsen@skulin.fo


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Finn Thomsen, skúlastjóra á tlf. 371582 í skrivstovutíð skúlans.(Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo




Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet