07.des 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Í morgun kannaðu næmingar úr næmingaráðnum, um næmingar, sum komu í skúla í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla, høvdu endurskin.
Teir allarflestu næmingarnir, sum vóru til gongu, høvdu endurskin, meðan teir flestu næmingarnir, sum vóru koyrdir við bili í skúla, ikki høvdu endurskin.
Løgreglan kannaði eisini bilar við báðar skúlarnar í morgun. Løgreglan hugdi serliga eftir, um øll í bilinum brúktu trygdarbelti, og sigast má, at á tí økinum var støðan heilt góð, tí øll børnini brúktu trygdarbelti.
apr. 2024