06.mar 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Ónskvøldið 8.mars kl.18.30 verður felags foreldrafundur fyri foreldur at næmingum, sum eru knýtt at serundirvísingini í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla.
Fundurin verður hildin í dupultstovuni í Tvøroyrar skúla.
Á fundinum fer Jana Ólavsdóttir, Phd. og jarðfrøðingur, at greiða frá sínum lívsroyndum við orðblindni. Øll foreldur og onnur áhugaði eru vælkomin til fyrilesturin.
Skráin er annar henda :
1. Annika Jespersen, forkvinna í Førleikastovuni, bjóðar vælkomin.
2. Fyrilestur við Janu Ólavsdóttir.
3. Bjørg Hofgaard, deildarleiðari og orðblindalærari, kunnar um “CD-orð 9” forritið.
4. Foreldraviðtala
apr. 2024