Høli til hugna og arbeiði

Skrivað hevur: Finn Thomsen   tann: 07.01.2017   

Tá næmingarnir í Tvøroyrar skúla komu í skúla aftur aftan á jólafrítíðina, høvdu teir fingið tvey høli, sum tey kunnu brúka til mangt og hvat.

Í gangunum við vestaru og uttaru inngongd í Nýggja skúla, vóru borð og stólar settir upp, har næmingarnir kunnu sita og eta, spæla spøl, arbeiða ella bara sita og tosa saman.

4 borð við 16 stólum eru í hvørjum rúmi.

Tað er ein trivnaðarbólkur, sum er mannaður við umboðum úr skúlastýrinum, umboði fyri næmingaráðið og umboði fyri lærararnar, sum hava staðið fyri hesum.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet