12.nov 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fyri viku síðani byrjaðu hesar røsku genturnar í starvsvenjing umborð á Smyrli.
Tá allir lærarar í Suðuroynni týsdagin vóru til læraradag í Norðurlandahúsinum í Havn, arbeiddu tær m.a. við at taka av borðunum og at vaska borð í kafeteria.
Týsdagin var veðrið gott, men sum vit vita, so vaks vindurin næstu dagarnar av landsynningi, og tá streymurin var harður, hevði hetta avlýsingar við sær, so helst hava genturnar fingið eina ábending um, hvussu lívið á sjónum kann vera, tá veðurgudarnir vísa tenn.
apr. 2024