14.nov 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
“Kajakrógving á Leitisvatni” ístaðin fyri “Riverrafting í Spania”
Sum so mangir aðrir næmingar í Føroyum høvdu vit í 9.fl. í Tvøroyrar skúla eisini glett okkum almikið til at fara eina uttanlandsferð saman á vári 2020 (tá gingu vit í 8.fl.).
Ferðin var væl til rætta løgd, og alt var klárt.
“Mongum brestur ætlan”, og so varð eisini hjá okkum. Covid19 kom og legði sína køldu hond yvir okkum øll.
Eina tíð vistu vit hvørki út ella inn, men eftir summarfrítíðina byrjaðu vit at arbeiða við 2. og 3. loysn til Danmarkar, sum heldur ikki bleiv til nakað, tí støðan broyttist alla tíðina í londunum uttanum okkum.
Í september varð endalig avgerð tikin. Vit valdu nú, at námsferðin skuldi verða í Føroyum fyrru helvt av oktober. Námsferðin var í vikuni beint undan heystferiuni.
Nú var enn einaferð nógv at kanna og fyrireika, men tá Smyril legði frá landi av Krambatanga mánamorgunin 5. okt. kl. 06.00, vóru 27 spentir næmingar og 2 glaðir lærarir umborð.
ENDILIGA upprann dagurin :)
Hetta var nakað av tí, sum vit upplivdu:
Vit kunnu leggja afturat, at vit høvdu ætlanir um eisini at vitja Løgtingið, Mat- og moldháskúlan á Sandi, Kemilux, MBM og Tjóðsavnið, men av ymiskum orsøkum bar hetta ikki til.
Vit eru øll 29 samd um, at vit høvdu ein fantastiskan túr. Vit kunnu sanniliga viðmæla eina tílíka seturskúlaferð í Føroyum.
apr. 2024