Læraradagur 06.11.18.

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 25.10.2018   


Aftur í ár skipa MMR og Nám fyri læraradøgum í Norðurlandahúsinum.

Evnið á ráðstevnuni verður: Tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning – við atliti at fólkaræði og dannilsi.

Heimsmálini eru galdandi frá 2015 til 2030 um allan heimin. Endamálið við teimum er at skapa ein betri heim og fáa eina størri alheimsliga tilvitsku hjá hvørjum einstøkum menniskja – eisini her í Føroyum.

Hugsanin við hesum evninum er at geva leiðslum og lærarum íblástur til arbeiðið við heimsmálunum í undirvísingini - við ymsum evnum og á ymsar hættir.

Lærarar í Suðuroynni skulu møta í Norðurlandahúsinum 6.novembur 2018, og tí hava næmingarnir frí hendan dagin.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet