Løgreglan vitjar í Trongisvágs skúla

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 12.10.2017   


 

Tórsdagin 5. oktober var løgreglan og vitjaði 1. a og b í Trongisvágs skúla.

Palli Augustinussen, løgreglumaður, greiddi frá um trygdina í bili( trygdarbelti) og á súkklu (hjálmur)  

Hann greiddi næmingunum frá, hvør útgerð skal vera á súkkluni og hvussu ein ger á súkklu, um ein skal snara til vinstru, til høgru ella um ein skal støðga. 

At enda vísti hann við eggum, hvussu umráðandi tað er at brúka hjálm. 

Hann hevði tvey egg, har annað eggið var í hjálmi. Hann slepti eggunum á gólvið, og vísti hendan royndin, at bert tað eggið, sum var í hjálmi, var heilt, meðan hitt eggið brotnaði. 

Síðan fingu allir næmingarnir ein hjálm hvør.

Hjálmarnar hevði Ráðið fyri Ferðslutrygd latin

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet