19.sep 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Miðla - og íverksetanarbreytin í Tvøroyrar Skúla var í dag og hugdi at skipinum Prince.
Miðla - og íverksetanarbreytin í Tvøroyrar Skúla var í dag og hugdi at skipinum, Prince, sum skal avloysa Smyril tær komandi vikurnar. Prince er heimahoyrandi í Grikkalandi, og er 45 ára gamalt. Tó er skipið umvælt fleiri ferðir. Tað er 152 metrar langt og 21 metrar breitt og tekur 1230 fólk og 300 bilar. Sostatt er Prince størri og tekur fleiri fólk og bilar enn Smyril.
apr. 2024