18.nov 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Næmingaráðið hevur, ið samráð við lærarar og leiðslu, arbeitt við at royna ein nýggjan leist viðvíkjandi morgunsanginum.
-Okur hava valt, at okur framyvir syngja ein sálm og ein føroyskan sang hvønn morgun, sigur næmingaráðið.
Næmingaráðsumboðini hava í flokkunum spurt um, hvørjir sangir skulu í nýggju sangbókina, ið tey hava gjørt.
-Okur fara at royna hetta fram til jóla, og um undirtøkan er góð, so verður hetta soleiðis restina av skúlaárinum, verður sagt.
Flokkarnir velja sálm og sang ein morgun, aðru hvørja viku. Flokkarnir skulu venja tann sálmin og sangin tey velja, so at tey duga hann til morgunsangin.
-Okur vóna, at lærarar og næmingar taka væl ímóti okra roynd at gera morgunsangin meira spennandi, sigur næmingaráðið
apr. 2024