Næmingaráðið vitjaði býráðið

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 21.11.2017   


 

Mánadagin 13. novembur, beint áðrenn býráðsfundin kl. 17:00, fekk Tvøroyrar Kommuna vitjan av næmingaráðnum í Tvøroyrar skúla til árligan fund. 

 

Býráðslimir vóru til staðar, og tey ungu fingu høvið til at heilsa upp á býráðslimirnar,spyrja teir um ymiskt og seta fram ynskir. 

 

“Tað var ein góður og jaligur fundur, har næmingarnir í verki vístu, hvussu væl teir duga at samskifta”, sigur Mariann Mikkjalsdóttir, lærari og hjálparfólk hjá næmingaráðnum.

 

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet