Næmingar hava skrivað eina rúgvu hesa vikuna

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 09.03.2018   

Næmingar hava skrivað ein rúgvu hesa vikuna!

 

Skriviátak hevur verið hesa vikuna í  Tvøroyrar skúla, og seinasti dagurin var í dag.

Endamálið var at læra at duga ”at lesa” eina mynd og skriva út frá henni.

Allir næmingar úr 5. flokki til og við 8. flokk hava fingið somu mynd at síggja, at hugsa um og skriva út frá.

Næmingarnir fingu eina nýggja mynd hvønn dag saman við eini mannagongd.

Høvuðsendamálið við skriviátakinum er m.a.:

- at vit royna at fáa næmingar skúlans at merkja skrivigleðina og kreativitetin í eini skrivitilgongd.

- fáa teir at hugsa, at tað tekur tíð at læra seg at hugsavna seg um eina mynd og læra myndina at

kenna, so ein fær hugskot at skriva um hana.

- at tora at tíma at skriva ein frían tekst.

 

Nita Næs, lesivegleiðari skúlans, fegnast um góða samstarvið við bæði lærarar og næmingar, og hon sigur, at tað var sera stuttligt og hugaligt at uppliva, hvussu væl tey dugdu at hugsavn seg um dagligu avbjóðingina í skrivátakinum.

​Fleiri myndir koma í myndasavnið seinni

 

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet