13.des 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Hesa vikuna hava evnisdagar verið í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla. Hesa vikuna hava næmingarnir arbeitt við øllum møguligum, m.a. hava teir arbeitt við sjónleiki, gingið Lucia, bakað til tey eldru +80, gjørt jólafilmar o.a.m.
Í dag er so greytadagur við undirhaldi í Trongisvági, og kl. 16.00 - 18.00 verður hugnaløta fyri næmingum og foreldrum í skúlanum.
Í morgin kl. 16.00-19.00 verður skúlin á Tvøroyri latin upp fyri øllum áhugaðum, har næmingar skipa fyri ymiskum, eitt nú jólakafe, jólabiografi við næmingagjørdum filmum, myndaboks og mangt, mangt annað.
Í morgin eftir kl. 10.00 fara næmingarnir á vitjan hjá borgarum + 80 á Tvøroyri. Við sær hava tey nakrar smákøkur, sum tey sjálvi hava bakað, og eina heilsan, og sjálvandi gleða tey seg eisini til at fáa eitt hugnalig prát.
apr. 2024