04.okt 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fríggjadagin verður árligi rennidagurin í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla.
Í Trongisvági verður runnið vanligu rutuna runt Lambabyrg og Sterling, meðan rutan á Tvøroyri verður broytt.
Av tí at nógv tung ferðsla koyrir eftir vegnum undir Heygnum, við Sílánna og út til Grótbrotið, so verður hesaferð ikki runnið runt Froðba, men ístaðin verður runnið niðan Kirkjubrekkuna og út til standmyndina av Pól F. Joensen úti á Hamri og vestur í skúlan aftur. Hesin teinurin er 5 kilometrar.
Skúlin heitir á bilførarar um at koyra varliga, meðan runnið verður.
Skráin fyri dagin verður henda:
Rennidagurin 2017
Skrá:
8.00 Morgunsangur, kunning, næm. Skifta.
8.30 Upphiting ( 10.fl. skipar fyri)
9.00 5.fl. fer avstað, síðani 6.fl. o.s.fr., uml. 2 min. í millum.
Skjótasti rennarin, teir fyrstu 5 km., í hvørjum árgangi, fær vinning. ( 10.fl tíðtakarar)
11.30 Vinnararnir verða heiðraðir
12.00 bussarnir koyra heim.
apr. 2024