"Safer internet day"

Skrivað hevur: Páll Michelsen   tann: 01.02.2019   


Týsdagin 5/2 er “Safer internet day”, og í tí sambandi hava Trongisvágs- og Tvøroyrar skúli valt at varpa ljós á tryggleika á netinum hendan dagin.

Nógv spennandi tilfar og uppgávur eru savnaðar saman, og hetta verður brúkt í teimum ymisku flokkunum hendan dagin. Innskúlingin brúkar 1. og 2. tíma til hetta arbeiði, meðan mið- og hádeildin brúka 3. og 4. tíma til endamálið. Framløgan er her: https://prezi.com/view/KRb2nes8HwT7odRjOUsM/ Væntandi fáa tykur eisini nakað burturúr at hyggja hana ígjøgnum.

Her er ein leinkja til eina foreldravegleiðing: https://issuu.com/detfi/docs/foraeldreguide?e=1006250/30827420

Í hesari vegleiðingini finna tykur góð ráð til, hvussu tykur best kunnu stuðla barninum/børnunum at vera trygg á netinum. Vísið teimum, at tykur eru áhugaði og spyrji inn til, hvat tey gera á netinum, tí so er størri møguleiki fyri, at tey koma til tykum at fáa vegleiðing og góð ráð, um tey renna seg í trupulleikar, tá tey ferðast á netinum.  






Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet