Starvsvenjing í Grønlandi

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 28.04.2017   

Tveir næmingar í 9.flokki í Tvøroyrar skúla hava verið í starvsvenjing í Grønlandi.

Hvørt ár fara 9. og 10.flokkarnir í føroyska fólkaskúlanum í starvsvenjing í 14 dagar.

Tað er ógvuliga ymiskt á hvørjum ári, hvar næmingarnir fara í starvsvenjing, men vanligt er ikki, at næmingar velja at fara til Grønlands. Men hesaferð valdu tveir næmingar – Jónhild Nybo og Súsanna Larsen- at fara til Grønlands at arbeiða á hotelli. Tær siga báðar, at hetta vóru 14 spennandi dagar, har tær, umframt at arbeiða, eisini høvdu nógvar heilt spennandi upplivingar.

Starvsstøðini, sum næmingarnir í 9.flokki valdu hesaferð, vóru:

Suðuroyar Sjúkrahús, Varðin Pelagic, Suðuroyar Apotek, Bærendsen Teknik, Føroya Tele, Tøkni, Gaards Bakarí, Barnagarðurin Mýrifípan, Hotel Sisimiut, Miðlahúsið, Bakaríið hjá Hans Olaf,   NCC Føroyar og Bilverkstaðin hjá Eyðun.

Sí fleiri myndir her.


 

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet