Triathlon á skránni

Skrivað hevur: Finn Thomsen   tann: 24.03.2017   

Ítróttarbreytin í Tvøroyrar skúla hevur Triathlon á skránni í morgun.

Ítróttarbreytin í Tvøroyrar skúla, sum samstarvar við Vágs skúla, sleppur veruliga at royna seg í morgun.

Á skránni stendur triathlon, sum er ein samanrenning millum 3 ítróttargreinar, á skránni.

Fyrst skulu næmingarnir svimja 400 metrar, síðani verður súkklað 20 kilometrar og til seinast skulu teir renna 5 kilometrar.

Ítróttarbreytin er ein sera virkin breyt.

Næmingarnir sleppa at royna seg innan allar ítróttargreinar, men skipað verður eisini fyri gongutúrum, náttarvenjingum o.ø. úti í náttúrini.

Á tíðindamyndini síggjast nakrir av næmingunum á ítróttarbreytini gera seg klárar til súkklutúrin.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet