21.mar 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Leygardagin 17.mars var semifinalan í landsumfatandi støddfrøðikappingini Pangea Føroyar.
Semifinalur vóru samstundis í Tórshavn og í Trongisvági, og tað gleðiliga fyri Tvøroyri var, at Tvøroyrar skúli var sera væl umboðaður við heili 8 næmingum.
Í semifinaluni eru tað 10 tey bestu í hvørjum árgangi, ið kappast um at koma millum 5 tey bestu í finaluni.
Taka vit t.d. árgangin hjá teimum í 5.flokki, so vóru 5 tey fremstu úr Tvøroyrar Skúla áðrenn umfarið í vikuskiftinum. Tveir næmingar úr 4.flokki og ein úr 8.flokki vóru í topp 10.
Upprunaliga vóru fleiri enn 1800 næmingar tilmeldaðir, so sigast kann ikki annað enn, at Tvøroyrar skúli stóð seg framúr væl.
Hildur Túná Fjørdal, ið er ein av støddfrøðisvegleiðarunum í Tvøroyrar Skúla, sigur, at ymiskt er,hvussu næmingarnir taka ímóti tílíkum átaki, men hon heldur, at áhugin er vaksandi. Næmingar og lærarar eru sera væl nøgd við innsatsin.
Seinni í mánaðinum fæst at vita, um Tvøroyrar Skúli eisini verður umboðaður í finaluni.
Til ber at fara inn her á Facebook her https://www.facebook.com/PangeaFO/ og lesa meira um kappingina. Her síggjast eisini úrslitini frá kappingunum, ið higartil hava verið, burtursæð frá semifinaluni.
Tíðindagreinin stendur á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu.
apr. 2024